Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Um FRIGG

FRIGG er ein frítíðarkortskipan hjá Vága kommunu.

Orðið Frigg hevur sín uppruna í Norrønu gudalæruni. Frigg var gudinna og kona Óðins. Hon var sjálvbjargin og umboðar klókskap, kærleika og tryggleika.

Við skipanini fáa børn og ung ein kreditt á 1.500 kr. frá kommununi, sum tey kunnu nýta til at rinda fyri lima- og luttøkugjøld í samband við ítróttar- og frítíðarvirksemi.

Skipanin varð samtykt av býráðnum á heysti 2023, og kom at virka 1. januar 2024 - fyrsta árið sum ein royndarskipan.

Nógv tilboð vóru í skipanini longu frá 1. januar 2024, og roknast kann við, at tilboð leggjast aftrat so við og við.

FRIGG fevnir um aldursbólkin frá børnum, sum fylla 5 ár í kalendaraárinum, og til teirra, sum fylla 18 ár í kalendaraárinum.

Foreldur/verjar fáa sendandi brúkaranavn og loyniorð til hesa umsitingarsíðuna.

Um fyrispurningar eru til skipanina, ella um onkur kundi hugsað sær at rinda fyri onnur tilboð enn tey, sum eru tøk í løtuni, kunnu boð sendast við telduposti til vaga@vaga.fo.

 

Treytir fyri feløg

Fyri at gerast partur av skipanini, skulu frítíðartilboð sum meginreglu lúka hesar treytir:

  • Eitt felag við viðtøkum og nevnd skal standa fyri tilboðnum.
  • Tilboð skulu sum meginregla vera minst 10 samanhangandi vikur.
  • Venjari/lærari yvir 18 ár skal hava høvuðsábyrgd av tilboðnum, yngri kunnu vera hjálparvenjarar.
  • Venjari skal hava útbúgving - í minsta taka Venjari 1 hjá Ítróttasambandi Føroyar í 2020.
  • Felagið hevur ábyrgd av at tryggja, at børn/ung, sum eru meldaði til, luttaka í tilboðnum.